Ikki eta toskalivur

Ikki eta toskalivur
Norski granskarin Bente Nilsen ávarar nú fólk móti at eta livur av toski. Livurin er dálkað
 
17.04.2014 - 10:37

Ikki eta livur av toski. Tað sigur Bente Nilsen, sum er granskari við norska instituttið fyri matvørur, - stytt NIFES, í samrøðu við NRK.

Hon granskar í føðslu og matvørum, - serliga hvussu nógv umhvørvis-eitur og tungmetall eru í millum annað villum fiski.

- Í sambandi við tosk hava vit gjørt stóra kanning av fiski úr Barentshavinum, fram við strondini í Noregshavinum og úr Norðsjónum. Kanningin vísur, at nógv lívfrøðiligt umhvørviseitur kann vera í livrini, - serliga dioksin og dioksin-líknandi PCB, sigur Bente Nilsen.

Stovnurin hevur eisini kannað innihaldið í livur á toski, sum heldur til í firðum og havnum fram við norsku strondini. Út frá millum øðrum hesum kanningum mælir norska matvørueftirlitið nú fólki frá at eta livur úr fiski, sum er fiskaður fram við norsku strondini.

Eisini seiða-livur er kannað, og kanningin vísti, at hóast virðini av umhvørviseitri kunnu vera høg eisini hjá seiði, eru tey kortini lægri enn í toskalivur.

Eingi tøl eru fyri hýsulivur, men hon verður eisini kannað, skrivar NRK.

Virðini eru lutafalsliga høg fyri fiskalivur, serliga úr firðum og havnum. Í mun til markvirðið, sum er hægst loyvda virði sambært lóg um sjóføði, sæst, at miðalvirðini eru lutfalsliga nær við markvirðini í Noregshavi og Norðsjónum.

Heimsins størsti toskastovnur er í Barentshavinum, og har eru virðini fyri umhvørvis-eitur í toskalivur lægri, skrivar NRK.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887