Russland var á Krim

Russland var á Krim
Vladimir Putin viðgongur nú, at russiskir hermenn vóru á Krim hálvoynni undan fólkaatkvøðuni
 
17.04.2014 - 14:27

Russland var til staðar á Krim við herfólki, undan fólkaatkvøðuni og meðan fólkaatkvøðan var. Tað viðgekk russiski forsetin Vladimir Putin í dag, sambært NRK.

Putin viðgekk hetta, tá hann svarði innsendum spurningum undir árliga spyr og svara sjónvarpssending sínari í russiskum sjónvarpi fyrrapartin.
Russkiskir mynduleikar hava annars áður víst aftur, at russiskar deildir vóru á Krim hálvoynni, áðrenn Krim varð innlimað í Rusland í mars í ár.

Russiski forsetin vísur heldur ikki aftur, at Rusland fer at senda deildir inn í eystara part av Ukraina, nú Ukraina sjálv hevur valt at senda deildir hagar, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652