12 fjallaklintrarar deyðir í skalvalopi

12 fjallaklintrarar deyðir í skalvalopi
Skalvalopið kom beint fyri klokkan 7 lokala tíð í 5.800 metrar hædd
Sherpa´irnar vóru í ferð við at fyrireika rutuna niðan á Everest, tá skalvalopið kom á teir
Mynd: kailashjourneys.com  
 
18.04.2014 - 10:09

Hægsta fjall í heiminum, Mount everest, er í morgun rakt av ringastu vanlukkuni í søguni. 12 fjallaklintrarar eru deyðir eftir eitt skalvalop.

Fólkini, sum doyðu, eru teir sonevndu sherpa´irnir - tað eru lokal fólk, sum gera ruturnar niðan á Mount Everest og sum hjálpa ferðafólki niðan á Mount Everest.

Sherpa´irnar vóru í ferð við at fyrireika rutuna niðan á Everest, tá skalvalopið kom á teir.

Føroyingur á veg niðan

Tann ringasta vanlukkan á Mount Everest undan hesari var í 1996, tá átta fólk lótu lív í illveðri. 

Føroyingurin Arne Vatnhamar er í løtuni á veg niðan á Mount Everest, men sum skilst er hann ikki í økinum, har skalvalopið var.

Síðan 1953, tá fyrstu fólkini komu niðan á Mount Everest, eru yvir 300 fólk deyð í royndini at koma sær niðan á fjallið.

Mynd: www.kailashjourneys.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010