Eik grunnurin hevur lænt 920 mió. uttan heimild

Eik grunnurin hevur lænt 920 mió. uttan heimild
Tað er ein niðurstøðan í frágreiðingini hjá Eyðfinni Jacobsen, advokati, sum granskaði kollsiglda Eik Grunnin fyri Skráseting Føroya
 
20.04.2014 - 22:14

Eik grunnurin samtykti at læna slakar 920 milliónir krónur uttan at hava heimild til tess, og keypti eisini tvey lán, tilsamans 55 mió. kr., eisini uttan heimild.

Tað er ein niðurstøðan í frágreiðingini hjá Eyðfinni Jacobsen, advokati, sum granskaði kollsiglda Eik Grunnin fyri Skráseting Føroya.

Útvarpið hevur fingið innlit í frágreiðingina.

Sambært endamálsgreinini hjá Eik Grunninum er útlánsvirksemi ikki millum endamálini hjá grunninum. 

Kortini samtykti nevndin í grunninum at veita nøkur lán. 

Nógv tað størsta lánið, 100 milliónir evrur, 750 mió. kr., samtykti nevndin í Eik Grunninum tann 26.mai í 2008. Nevndin samtykti at heimila stjórnini at læna pengarnar. Lánið varð latið tveimum íslendskum kundum at keypa partabrøv fyri í Kaupthing banka.

Av tí at Eik Grunnurin ikki hevði nakra stjórn, gangi eg út frá, skrivar Eyðfinnur Jacobsen, at talan hevur verið um at heimila stjórnini í Eik Banka at veita og avgreiða lánini.   

Nevndin í Eik Grunninum fekk ikki loyvi frá Skrásetingini at veita lán.

Grunnurin hevði ikki sum endamál at reka paningastovnsvirksemi. Avgerðin um at lata íslendsku kundunum lán á tilsamans 100 milliónir evrur, svarandi til umleið 750 milliónir krónur, var tí brot á viðtøkur grunsins og við hesum ikki lóglig, er niðurstøðan hjá Eyðfinni Jacobsen.

Niðurstøðan er tann sama um fýra onnur lán, sum nevndin í Eik Grunninum samtykti at lata. Lánini vóru ávikavist 40, 27 og 25 mió. kr. og 10 milliónir evrur, 75 milliónir krónur.

Í 2008 samtykti nevndin í Eik Grunninum eisini at keypa tvey lán frá Eik Banka, annað var 25 milliónir krónur og hitt 30 milliónir. 

Hetta varð eisini gjørt uttan loyvi frá Skráseting Føroya, og eisini hetta var brot á viðtøkur grunsins, sigur granskarin.

Hann sigur, at nevndin í Eik Grunninum framdi grovt brot á lógina um vinnurekandi grunnar. 

Endurgjald kann krevjast frá nevndini, um avgerðir hennara un lánveitingar hava elvt til tap hjá grunninum.

Men, sigur Eyðfinnur Jacobsen eisini, at av tí at talan er um skerda gransking, tí fígging er ikki til meira, hevur ikki verið møguligt at kannað nærri, um avgerðin hevur elvt til tap hjá grunninum.

Løgtingið vil ikki lata pengar til at gera granskingina av Eik Grunninum lidna.   

Tann, sum fekk niðurstøðurnar hjá Eyðfinni Jacobsen til hoyringar, navnið er strikað út í innlitinum, Útvarpið hevur fingið, er ikki samdur við granskaran. Nevndin í Eik Grunninum hevði heimild at samtykkja at veita lán, stendur í hoyringarskrivinum.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652