Lógin um barsilsskipan skal broytast

Lógin um barsilsskipan skal broytast
So lógin svara til mannagongdina, sum verður brúkt sum útrokningargrundarlag til fólk, ið eru í barsil í undir ein mánað
 
20.04.2014 - 16:58

Mikudagin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at broyta lógina um Barsilsskipanina, so lógin svarar til mannagongdina, sum tey, sum umsita Barsilsskipanina, brúka, tá tey rokna út, hvussu nógv fólk eiga at fáa, tá tey fara í barsilsfarloyvi í styttri tíð enn ein mánað.

Ein avgerð hjá Kærunevndini hjá Barsilsskipanini er orsøkin til uppskotið um lógarbroytingina.

Ein maður, sum fór í barsilsfarloyvi í ein hálvan mánað í fjør summar, kærdi, tí hann metti seg at hava fingið 4.404 kr. ov lítið frá Barsilsskipanini.

Kærunevndin gav manninum viðhald, og hann hevur fingið pengarnar frá Barsilsskipanini.

Talan er um at tulka tað, sum galdandi lóg sigur um útrokningargrundarlagið.

Barsilspeningur er 100 prosent av miðal A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, men tó ongantið meira enn 25.000 kr. um mánaðin.

Tá fólk fara í barsilsfarloyvi styttri enn ein mánað, brúkar Barsilsskipanin 25.000 kr. sum hámark og ikki miðal A-inntøkuna seinastu 12 mánaðirnar. 

Maðurin, sum kærdi, fekk 11.290 kr. frá Barsilsskipanini. Men hann metti seg at eiga 15.694 kr. Og tað átti hann eisini, segði Kærunevndin. Avgerðin hjá Kærunevndini er endalig í fyrisitingini.

Kærunevndin hevur fingið tvær kærur afturat um útrokningargrundarlagið. 

Enn er ikki greitt, hvussu nógv onnur hava verið í somu støðu sum maðurin, sum kærdi. 

Freistin at kæra avgerðir hjá Barsilsskipanini er fýra vikur. Spurningurin er so, um tey, sum ikki hava kært, áðrenn fýra vikur vóru farnar, nú kunnu seta krav móti Barsilsskipanini við tí sjónarmiði, at vanliga fimm ára fyrningarfreistin er galdandi.

Í aðrari kæruni, sum Kærunevndin fer at viðgera í næsta mánað, er kærufreistin, fýra vikur, farin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010