Vatnskutararnir vendu aftur til Vágs

Vatnskutararnir vendu aftur til Vágs
Teir fimm amerikanararnir, sum í gjár ætlaðu at sigla til Hetlands á vatnskutarum, vendu skjótt aftur, tí veðrið var ov ringt
Mynd: Dennis Holm  
 
20.04.2014 - 10:53

Tað skrivar sudurras.fo

Amerikanararnir løgdu frá landið í Vági stutt eftir døgurða í gjár, men tveir tímar aftaná at teir løgdu frá landið, vóru teir aftur á keiini í Vági. Veðrið var ov vánaligt til at teir kundu halda áfram til Hetlands, áðrenn myrkur kom á teir. 

Og nú er greitt, at teir neyvan fara at sigla við vatnskutara úr Føroyum til Hetlands, skrivar sudurras.fo. 

Lang ferð

Ferðin hjá teimum fimm ævintýrarunum á vatnskutara fevnir um Føroyar, Hetland, Skotland, London og eftir evropeisku áunum til Kypros, har teir skulu verða komnir fram 16. juni. Men veðrið er ov ringt á okkara leiðum til at sigla til Hetlands fyrstu vikuna, og tí fara amerikanararnir helst við Norrønu til Danmarkar, og sigla so frá Hirtshals til London í staðin.

Teir fimm fóru úr USA fyrst í apríl og flugu til Íslands.

Teir hava siglt við vatnskootara framvið suðurlandinum í Íslandi til Hornafjørðin. Ætlanin var at sigla við vatn-skootara til Føroyar, men veðrið var ikki til vildar, tí komu teir við Norrønu.  

Sjónvarpsrøð

Hetta er 4. árið á rað, at teir eru á vatn-skootarum á ferð kring Heimin. Undanfarin ár hava teir siglt runt Alaska, tvørturum Beringshavið til Russlands, og hava enntá siglt ein part av norður-vestur passaguni, norðanfyri Kanada, men har rendu teir seg fastar í ís, og máttu bjargast av kanadisku sjóverjuni.

Ferðirnar hjá teimum eru eisini ein sjónvarpsrøð, sokallað reality sjónvarp, undir heitinum Dangerous Waters, skrivar sudurras.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585