Kvotan avgjørd

Kvotan avgjørd
Íslendski fiskimálaráðharrin hevur ásett makrelkvotuna eftir semjuni millum ES og Ísland í fjør heyst
 
23.04.2014 - 07:57

Íslendska makrelkvotan í ár er 147.574 tons. Tað kunngjørdi íslendski fiskimálaráðharrin í gjár. 

Hetta svarar júst til 11,9 prosent av einari millión og 240.000 tonsum, sum hini strandarlondini hava avgjørt at fiska í ár.  
Í fjør heyst samdust ES og Ísland um, at íslendski parturin av heildarkvotuni skuldi vera 11,9 prosent. Men tað varð ikki góðtikið í Noregi.  
Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharri, sigur, at íslendska kvotan ger fiskiskapin eftir makreli burðardyggan. 
Ráðharrin endurtekur í fráboðan í gjár, at Ísland vil vera við í semjuni millum strandarlondini um makrelin. Men Ísland krevur størri part enn hini londini vilja lata, tí nú er nógvur makrelur í íslendskum sjógvi. Altjóða kanningar siga, at 20-30 prosent av makrelinum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum eru í íslendskum sjógvi, har hann etur seg feitan.
Snellubátar fáa 6.000 tons av kvotuni. Teirra lutur er størri í ár enn í fjør. Annars er kvotan býtt soleiðis, at ísfiskaskip fáa 7.917 tons, frystiskip 30.682 tons og uppsjóvarskipini, sum hava søgulig rættindi, fáa 103.121 tons. 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887