Ókeypis bøkur í dag

Ókeypis bøkur í dag
Altjóða bókadagur fyri at minnast spanskan rithøvund, sum doyði fyri 398 árum síðani
 
23.04.2014 - 15:18

Í dag er altjóða bókadagur, dagurin, tá bókahandlarar geva bøkur í staðin fyri at selja tær.

ST-stovnurin Unesco hevur ásett dagin, og dagurin verður brúktur til at gera vart við bøkur og upphavsrættindi.

Føroysku bókahandlarnir vilja eisini gera vart við bókina í ár. Tí verða 300 bøkur at fáa fyri einki í bókahandlunum í dag, 23. apríl.

Bøkurnar eru fyri vaksin og børn, yrkisbøkur og skaldsøgur, týddar og upprunaligar.

Dagurin 23.apríl er valdur. tí tann dagin í 1616 doyði spanski rithøvundurin Cervantes, sum skrivaði Don Qixote.

Tann bókin verður hildin at vera fyrsta modernaða skaldsøgan.

Gamal siður í Spania var at geva eina rósu á Santa Jørundsdegi, 23.apríl. Rósuna gavst tú einum, sum tú elskaði ella hevði virðing fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652