Byggjast kann nógv bíligari

Byggjast kann nógv bíligari
Løgtingsgrannskoðararnir og Fíggjarnevndin krevja, at nú kemur skil á fíggjarstýringina, tá tað almenna byggir
Skúladepilin í Suðuroynni er eitt av nógvum dømum um almenna bygging, sum kostaði meira enn upprunaliga ætlað
 
24.04.2014 - 08:56

Tað ber til hjá tí almenna í Føroyum at byggja nógv bíligari enn gjørt verður.

Tað sigur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum seg hava fingið at vita frá fólki í byggivinnuni, frá Bústøðum og frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt og skrivað álit um uppskotið til samtyktar hjá løgtingsgrannskoðarunum. Teir vilja hava landsstýrið at koma við neyðugum lógaruppskotum, sum tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinning, tá almennar byggiætlanir verða framdar.

Almennar byggiætlanir seinnu árini eru lopnar fullkomiliga av lunnum, siga løgtingsgrannskoðararnir. 

Meira enn 100 milliónir krónur eru brúktar meira enn tað, sum løgtingið upprunaliga játtaði. 

Verklagslógir eru antin ikki gjørdar ella ikki fylgdar, soleiðis sum reglurnar áseta. 

Og løgtingið hevur fingið skeivar, vantandi ella villleiðandi upplýsingar frá landsstýrinum, siga løgtingsgrannskoðararnir .

 

Fíggjarnevndin sigur, at hon oftari enn eina ferð hevur gjørt vart við trupulleikarnar, sum løgtingsgrannskoðararnir gera vart við í sínum uppskoti. 

Men nevndin ásannar, at ongar nágreiniligar reglur eru um verklagslógir. Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við at gera nágreiniligar reglur, so til ber at stýra almennari bygging.  
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819