SEV 25 milliónir betri enn í 2012

SEV 25 milliónir betri enn í 2012
Nógvur streymur gjørdur úr vatni og vindi í vetur
 
24.04.2014 - 15:42

SEV hevði slakar 12 mió. kr. í avlopi eftir skatt í fjør. Hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at SEV hevur yvirskot.

Úrslitið í fjør var næstan 25 mió. kr. betri enn í 2012, upplýsir SEV, sum hevur aðalfund í dag.

SEV fegnast serliga um, at grøna kósin er hildin, serstakliga um ársskiftið 2013-2014, tá elframleiðslan var 75 prosent úr vatni og vindi bæði í desember og januar, bara 25 prosent stavaðu frá oljuni, sigurr Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV. 

Sammett við trý undanfarnu árini brúkti SEV níggju milliónir krónur minni í olju í januar, februar og mars í 2014.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585