Fólkatalið vaksið seinasta árið

Fólkatalið vaksið seinasta árið
189 fólk fleiri búgva nú í Føroyum, skrivar Hagstovan
 
14.05.2014 - 11:15

Fólkatalið vaks við 189 fólkum í undanfarna tólvmánaðarskeiði. 28. februar 2014 var fólkatalið 48.288.

Frá 1. mars 2013 til 28. februar 2014 var burðaravlopið 276, meðan nettoflytingin var minus 87 fólk. Fólkatalið vaks sostatt við 189 fólkum.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 189 fólkum. Í Suðuroy vaks fólkatalið við 20 fólkum, í Norðoyggjum við 19 fólkum og í Vágum við 11 fólkum.

Í hinum trimum økjunum minkaði fólkatalið við 50 fólkum.

Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið er meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum.

Fólkavøkstur var í seks av oyggjunum: Fugloy, Borðoy, Streymoy, Vágum, Nólsoy, Skúvoy og Suðuroy. Størsta minkingin var í Viðoy.

Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið minkaði í trettan kommunum og vaks í fjúrtan og stóð í stað í trimum kommunum.

Størsta minkingin, 29 fólk samanlagt, var í Runavíkar kommunu.

Kommunurnar, ið hava størstan fólkavøkstur í tali, eru Tórshavnar, Klaksvíkar,Vestmanna og Vágs kommununur.

Av tí at uppgerðarhátturin nú er broyttur til nýggja skrásetingarskipan hjá Landsfólkayvirlitinum, kunnu tølini frá 1.1.2012 fram til nú víkja frá tølunum, sum áður eru kunngjørd frá hesum tíðarskeiði.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585