Virkið á Eiði verður helst selt

Virkið á Eiði verður helst selt
Útnorðurgrunnurin, sum eigur virkið, vil tó ikki vátta søluna
 
19.06.2014 - 08:12

Alt bendir á, at fiskavirkið  á Eiði, sum hevur ligið stilt tað mesta av einum ári, nú verður selt. Tað skrivar in.fo.

Útnorðurgrunnurin eigur virkið, men stjórin í grunninum, Sverri Hansen, vil ikki vátta, at virkið er selt.
 
Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, vil heldur ikki vátta, at virkið er selt, men sigur, at kanska er okkurt í umbúna.

Kommunan eigur undirlendið

 Tað er Eiðis kommuna, sum eigur havnarlagið, og sostatt eisini lendið undir virkinum.

 Grímur Hammer, formaður í Arbeiðsmannafelagnum á Eiði, sigur, at tey vita einki ítøkiligt um, at virkið nú verður selt, men vegna limir sínar sigur hann seg vóna, at virksemið aftur verður á fyrrverandi Norðís.

- Vit hava nakrar limir á Bátafiski á Eiði, men vit høvdu enn fleiri á Norðís. Vit hava eisini nakrar limir, sum eru arbeiðsleysir, og tí vóna vit, at virksemið skjótt verður aftur á fiskavirkinum, sigur Grímur Hammer við in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851