Semjast ikki um fiskivinnunýskipan

bannari
Semjast ikki um fiskivinnunýskipan
Nú verður ikki fundur aftur um fiskivinnunýskipanina fyrr enn eftir ólavsøku, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
 
25.06.2014 - 07:46

Samgongan roynir framvegis at finna semju um fiskivinnunýskipanina, sum skal taka við, tá galdandi skipan endar nýggjársaftan í 2017.  Men enn er einki úrslit, hóast nógvir fundir hava verið, tann seinasti var mánadagin.

Nú verður ikki fundur aftur um fiskivinnunýskipanina fyrr enn eftir ólavsøku, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Ætlanin helt ikki

Á ólavsøku í fjør var ætlanin annars at koma við nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap í løgtingið fyri ólavsøku í ár.  Men tann ætlanin helt ikki. 

Ósemja millum stóru samgonguflokkarnar um fiskivinnupolitikkin í framtíðini ger, at so illa gongst at orða eina nýggja lóg. Og enn hevur samgongan ikki tikið andstøðuna við í arbeiðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652