Klaksvíkar býráð vitjar í Orknoyggjum

Klaksvíkar býráð vitjar í Orknoyggjum
TÍÐINDASKRIV: Umboð fyri Klaksvíkar býráð eru á vitjan í Orknoyggjum. Endamálið er at knýta samband millum Klaksvík og høvuðstaðin Kirkwall.
 
29.06.2014 - 10:52

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevur havt framløgu fyri Orkney Island Council um, hvussu býráðið virkar fyri trivnaði og menning í Klaksvíkar kommunu. Somuleiðis hevur Jóannes V. Hansen, sendimaður, havt framløgu um stjórnmál og býtið millum land og kommunu í Føroyum.

Harumframt hevur býráðið havt fund við umboð fyri European Marine Energy Centre, Nordic Studies Centre og Visit Scotland. Eisini hevur býráðið kunnað seg um royndirnar hjá Orknoyggjum við cruise-skipum.

Klaksvík og Kirkwall hava nógv til felags og kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. Tað hevur týdning at kunna seg um, hvussu aðrir býir leggja síni viðurskifti til rættis, og býráðið hevur fingið mong góð hugskot við sær í skjáttuna”, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585