Endurgjaldið úr landskassanum

Endurgjaldið úr landskassanum
Landsstýrið og býráðið í Havn samd um, at golfvøllurin á Glyvursnesi er eisini eitt landsmál
Løgtingið verður biðið um at avgera, um landskassin skal lata milliónir til golfvøll á Glyvursnesi
 
01.07.2014 - 13:03

Løgtingið avger, um landið skal rinda endurgjaldið, sum festararnir á Glyvursnesi skulu hava fyri lendið og annað, sum teir skulu lata, so golfvøllur kann gerast á Glyvursnesi.

Men landsstýrið er sinnað at rinda alt endurgjaldið, 

Eitt uppskot um eykajáttan kemur í løgtingið, tá tingið er komið saman aftur á ólavsøku.

Sambært landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, er landsstýrið sinnað at gjalda endurgjaldið.

Ein golfvøllur er eitt landsmál og ikki bara eitt mál hjá Tórshavnar kommunu. Tað eru landsstýrið og býráðið í Havn samd um.

Tórshavnar kommuna skal tó rinda festarunum millum 600 og 700.000 kr. fyri mist bit á Glyvursnesi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819