Ein vána loysn fyri vána keyp

Ein vána loysn fyri vána keyp
Brúkaraumboðið vil hava bíligari og skjótari loysn enn rættarmál, tá fólk hava gjørt eitt vánaligt keyp ella halda seg vera snýtt
Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð
 
09.07.2014 - 10:19

Fólk, sum hava keypt eitthvørt, tey ikki eru nøgd við, eiga at hava onkran annan enn Føroya rætt at kæra sína neyð til.

Í Danmark til dømis ber til at kæra til eina brúkarakærunevnd.   

Í Føroyum noyðast fólk, sum halda seg hava gjørt eitt vána keyp ella enntá halda seg vera lumpað, at fara í rættin, vilja tey krevja sín rætt.

Og tað er ein óheppin støða hjá brúkaranum, heldur Brúkaraumboðið.

Tí eitt rættarmál kostar oftast nógv meira enn keypta vøran, sum stríðið er um. 

Tí eigur brúkarin at fáa tílík mál loyst á slíkan hátt, at kostnaðurin verður avmarkaður, og málsviðgerðin ikki gerst ov drúgv, heldur Brúkaraumboðið.

Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, mælir til at gera okkurt fyri at hjálpa fólkum, sum eru misnøgd við okkurt, tey hava keypt.

Brúkarasamtakið 

Brúkaraumboðið mælir eisini til at broyta fráboðanarfreistina í keypilógini úr einum ári upp í tvey ár. 

Í ES og í Norra er freistin at boða frá, at ein keypt vøra ikki er í lagi, tvey ár. Í Føroyum er hendan freistin bara eitt ár. 

Í ársfrágreiðingini fyri 2013 mælir Brúkaraumboðið eisini til, at Brúkarasamtakið kemur í fíggjarlógina, so tað kann fara at virka aftur. 

Tað hevði styrkt støðuna hjá føroysku brúkarunum, sigur Rannvá Ragnarsdóttir. 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887