Róður strikaður

Róður strikaður
Róðrarsambandið hevur strikað róðurin hjá seksmannaførum hjá monnum á Sundalagsstevnuni
Ein FM-róður er strikaður eftir at kært varð um róðurin í Hósvík
 
16.07.2014 - 07:53

Róðurin hjá seksmannaførum hjá monnum á Sundalagsstevnuni er strikaður.

Tað avgjørdi nevndin í Róðrarsambandinum í gjárkvøldið.

Gongurólvur kærdi róðurin 14.juni í Hósvík. 

Ítróttardómstólurin hjá ÍSF sendi málið aftur til Róðrarsambandið at avgera, um rógvast skal umaftur, ella um róðurin skal strikast.

Nevndin í Róðrarsambandinum avgjørdi at strika róðurin.  

Fastur í startinum

Støðan, nú Sundalagsstevnan ikki telur við, at tann, at Hvessingur hevur 31 stig og Jarnbardur hevur 28 stig. Munurin millum teir báðar er tódnaður trý stig. Hann var seks stig.

Gongurólvur kærdi, tí báturin hekk fastur í startinum á Sundalagsstevnuni. Gongurólvur gjørdist kortini nummar trý, bara eitt sekund aftan fyri Jarnbard á fyrsta plássi.

Tá róðurin varð skotin í gongd, hekk Gongurólvur eftir eina løtu, men slapp síðani leysur og fullførdi róðurin.

Høvuðsdómarin hevur greitt frá, at hann ikki sá, at Gongurolvur lá eftir, og tí skeyt hann ikki róðurin av. 

Málið varð fyrst kært til Róðrarsambandið, sum ikki gekk kæruni hjá Havnar Róðrarfelag á møti, tí Róðrarsambandið hevur ikki heimild til at broyta avgerðir hjá startdómarunum.

Síðan kærdi Havnar Róðrarfelag avgerðina hjá Róðrarsambandinum til Dómsnevndina hjá Róðrarsambandinum. Dómsnevndin metti seg ikki hava heimild at broyta avgerðina hjá Róðrarsambandinum. 

Haðani fór málið víðari til Ítróttardómstólin. 

Ítróttardómstólurin vísir á, at síðani 2004 hevur verið føst siðvenja at skjóta róðrar av, tá bátur hongur eftir, og tí skuldi tað eisini verið gjørt, tá Gongurolvur lá eftir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887