Juni mánaði met heitur kring allan heimin

Juni mánaði met heitur kring allan heimin
Juni mánaði var tann heitasti mánaðin kring allan heimin, síðan regluligar hitamátingar byrjaðu í 1880, vísa mátingar
Miðalhitin kring allan heimin var 0,72 stig heitari enn miðalhitin var fyri juni í farnu øld, vísa mátingar
 
23.07.2014 - 16:15

Juni mánaði í ár gjørdist heitasti mánaði í heiminum, síðani mátingarnar byrjaðu í 1880. Tað siga amerikanski veðurserfrøðingar.

Miðalhitin yvir landi og havi saman var 16,22 stig. Hitin í juni var 0,72 stig heitari enn miðalhitin var fyri juni í farnu øld. Sostatt er metið frá juni 2010 farið í søguna.

Amerikonsku serfrøðingarnir siga, at tað í ár hevur verið heitari í flestu heimspørtum í heiminum. Serliga heitt var í landsynningspartinum av Grønlandi, í norðara parti av Suður Amerika og í Eystur og Mið Afrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585