Klaksvík í ringum skørum

Klaksvík í ringum skørum
Kommunan vil hava fólkið við í herferðini móti skøruni
Skøran breiðir seg um allan býin og út um býin
 
23.07.2014 - 08:47

Klaksvíkar kommuna heitir enn eina ferð á fólkið í býnum um at vera við í herferðini hjá kommununi móti skøruni.

Í tveir mánaðir hevur fólk hjá kommununi sprænt eitur á skøruna, tí kommunan hevur sett sær fyri at týna hesa plantuna. 

Men trupulleikin er nógv størri enn hildið varð av fyrstan tíð.  

Skøran er allastaðni. Hon er inni í býnum, á privatum og almennum stykkjum, og harafturat á veg niðan í fjøllini. Hon er komin heilt norður til grótbrotið á Strond, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Tí vil kommunan hava fólk at skriva undir eina váttan, sum gevur kommununi loyvi at "gera átak á ogn míni til tess at burturbeina skøruna."

Samstundis binda fólk seg við undirskriftini til ikki krevja endurgjald frá kommununi, um annar vøkstur fær skaða av átakinum móti skøruni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585