Vápnahvíld kanska ávegis í Gaza

Vápnahvíld kanska ávegis í Gaza
Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, hevur lagt fram nýtt uppskot um vápnahvíld, sum snýr seg um ein humaniteran steðg, sum tað eitur
Vápnahvíld er kanska ávegis í Gaza, nú amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, hevur lagt fram eitt uppskot um vápnahvíld, ið byggir á eitt uppskot frá 2009
Mynd: AP  
 
25.07.2014 - 14:36

Uppskotið er lagt fyri báðar partar, veit ísraelska blaðið, Haaretz at siga. John Kerry vónar, at fáa svar frá Hamas-leiðaranum, Khaled Meshaal, sum er í Qatar, áðrenn hann fer heimaftur.

Kerry er í Kairo saman við ST-aðalskrivaranum, Ban-Ki-Moon, og bretska uttanríkisráðharranum, Philip Hammond. Teir hava gjørt uppskotið soleiðis, at Hamas ikki skal kenna seg við undirlutan, eftir at Hamas vísti aftur egyptiska uppskotinum um vápnahvíld.

SÍ EISINI Eingin vápnahvíld í Gaza

Uppskotið, sum Kerry legði fyri ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, snýr seg um, at byrjað verður við vápnahvíld í eina viku, og at ikki er neyðugt hjá ísraelsku herdeildunum at taka seg fult aftur úr Gaza-geiranum ta vikuna.

Síðani skulu samráðingar millum Ísrael og Hamas byrja í Kairo, har Egyptaland er meklari, og palestinski sjálvstýrsimyndugleikin er við.

Uppskot um vápnahvíld frá 2009

USA, ES og ST-aðalskrivarin skulu tryggja, at samráðingarnar snúgva seg um at steðga rakettálopunum og tunlunum hjá Hamas øðrumegin, og hinumegi at taka av stongsilin, sum Ísrael og Egyptaland í fleiri ár hava havt í Gaza-geiranum, og at skaðarnir av ísraelsku álopunum skulu umvælast.

Egyptiska uppskotið er nett tað sama sum vápnahvíldin eftir kríggið í 2009, sum eisini nevndi stongsilin av Gaza-geiranum, men tað vann ikki frama.

Meshaal hevur sagt við BBC, at hann kann góðtaka altjóða trygd fyri, at stongsilin verður tikin av. Kerry tosaði í gjár við parta, sum ahva ávirkan á Hamas, millum annað uttanríkisráðharranar í Qatar, Turkalandi og Jordan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887