Serfrøðingarnir gera enn eina roynd

Serfrøðingarnir gera enn eina roynd
Serfrøðingar gera í dag enn eina roynd at sleppa framat flogfarinum, sum herfyri varð skotið niður í eystara parti av Ukraina
 
28.07.2014 - 10:11

Serfrøðingar úr Hollandi og Australia gera nú enn eina roynd at koma at ferðamannaflogfarinum, sum hósdagin varð skotið niður í eystara parti av Ukraina á markinum til Russlands.

Tað er stríðið millum stjórnarherin og pro-russisku uppreistrarfólkini, sum hevur gjørt tað nærum vónleyst hjá serfrøðingunum at koma framat. Bardagar í nátt millum partarnar hava kostað eini 13 fólkum lívið. Partarnir skuldseta hvønn annan fyri at leggja fótonglar fyri kanningunum. USA og ES leggja Russland undir at forða altjóða eygleiðarunum úr OSCE at gera sítt arbeiði.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov legði hinvegin, í eini telfonsamrøðu við amerikanska starvsfelagan, John Kerry, USA undir at forða OSCE at gera sítt arbeiði, tí USA stuðlar ukrainsku stjórnini í stríðnum við uppreistrarabólkarnar har eysturi í landinum. Hóast hetta gera serfrøðingar eina roynd seinni í dag, í samstarvi við OSCE.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584