Fakfeløg og reiðarí samd um flutningsskipini

Fakfeløg og reiðarí samd um flutningsskipini
Manningarfeløgini hava tikið aftur tiltøkini móti Asbjørn Senior
Grunnabarð, sum Thor nú eigur, men South Pelagic, sum átti skipið, hevur leigað og rekur
 
30.07.2014 - 08:02

Manningarfeløgini nokta ikki longur limum sínum at mynstra við Asbjørn Senior, sum í løtuni virkar sum flutningsskip hjá trolarum, sum fiska makrel og sild.

Tí ólavsøkuafttan gjørdu reiðaríini hjá Asbjørn Senior, tað eitur Ocean Group Faroes, og hjá Grunnabarði, sum South Pelagic leigar frá Thor, sum eigur skipið, og manningarfeløgini, sum høvdu lýst mynstringarbann og stongsul, avtalu um hýrurnar hjá manningunum.

Fríggjadagin gjørdu manningarfeløgini avtalu við fimm onnur reiðarí og samtøk um flutningsskip í uppsjóvarfiskiskapinum.

Hesi reiðarí eru JFK, Varðin, Faroe Origin, North West Pelagic og Framherji. 

Avtalan, sum varð gjørd í gjár millum feløgini og reiðaríini hjá Grunnabarði og Asbjørn Senior er eins og tann, sum varð gjørd fríggjadagin.

Sambært avtaluni fáa flutningsskip, sum ikki hava veiðiloyvi og fiskiloyvi, men bara flutningsloyvi, 34 prosent av søluvirðinum av fiskinum, tey flyta til lands. Skipini, sum lata fiskin, fáa hini 66 prosentini. 

Flutningsskip, sum eisini sleppa at fiska, fáa 40 prosent av søluvirðinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887