Fjórða hvørt fólk í Gaza heimleyst

Fjórða hvørt fólk í Gaza heimleyst
440.000 av teimum 1,7 millónum íbúgvunum í Gazageiranum hava nú einki stað at búgva. Tað er ein avleiðing av stríðnum millum Ísrael og Hamas
Fjórði hvør íbúgvi í Gaza er nú heimleysur. 240.000 av teimum 440.000 fólkunum búgva nú annaðhvørt í almennum bygningum ella skúlum
Mynd: AP  
 
31.07.2014 - 17:17

Tað er ein av niðurstøðunum í eini ST-frágreiðing. 240.000 av teimum 440.000 fólkunum búgva annaðhvørt í almennum bygningum ella skúlum, ið ST rekur har.

Mikunáttina var ein av hesum skúlunum raktur av ísraelskum rakettum og minst 15 fólk lótu lív. Av hesum vóru fýra børn. Minst seks ST-riknir skúlar í Gazageiranum eru raktir av ísraelskum rakettum síðani 8. juli.

Orkuverkið í Gazageiranum er eisini hart rakt. Har eru skaðarnir so mikið ógvusligir, at Gaza-býur einans fær streym tveir tímar dagliga, meðan miðbýurin als ikki fær streym.

Hetta hevur millum annað við sær, at almenna heilsustøðan í Gaza er versnað munandi, tá vatn og reinførisviðurskifti eru tengd at streyminum. Sjúkrahúsini mugu nú seta alt sítt álit á streym-generatorar, sum tey hava.

Talið á deyðum í Gaza nærkast 1400

Aftur í morgun hava ísraelar skotið granatir móti einum øki, har ein ST-rikin skúlin heldur til. Sjálvur skúlin varð ikki raktur, men í honum húsast fleiri fólk, sum ikki hava tak yvir høvdið longur, og átta teirra vórðu særd av granatálopunum í morgun, skrivar CNN.

Í gjár lótu omanfyri 100 palestinensar lív ymsum álopum. Norska tíðindastovan NTB endurgevur heilsumyndugleikar í Gazageiranum fyri at siga, at í morgun var talið av palestinensum, sum hava latið lív í 24 daga langa stríðnum, komið upp á 1364.

Hinvegin hava 56 ísraelskir hermenn latið lív, umframt at tveir sivilir ísraelar og ein teilendskur gestaarbeiðari eisini hava latið lív av rakettum frá Hamas.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585