Heri Joensen í Vangamyndini

Heri Joensen í Vangamyndini
Hann er annar av teimum, sum hevur verið við í víðakenda bólkinum Týr, síðani bólkurin byrjaði
 
22.08.2014 - 15:44

Týr er uttan iva tað føroyska orkestrið, sum er komið longst út í heim við sínum tónleiki.

Og tað er ikki so løgið, tí hóast rokktónleikur í sjálvum sær ikki er føroyskur, so er tað nakað serligt at hoyra tónleik úr føroyskum jørðildi, og uttan iva er tað tann føroyski og norðurlendski upprunin, sum gevur Týr ta vælvild millum tónleikaáhugað, sum onnur, bæði orkestur og einstaklingar, mugu kappast um á altjóða pallinum.

Annar av teimum, sum hevur verið við frá byrjan, er Heri Joensen, ið ger nógv av løgunum hjá Týr.

Og tá innihaldið ofta tekur støði í søgum, sagnum og mytologi, sigur tað seg sjálvt, at sangskrivarin bæði skal hava kunnleikan og evnini til at tulka tilfarið av nýggjum og geva tí ein búna, sum bæði er sannførandi evnisliga og tónleikaliga. Tað ger Heri Joensen hegnisliga.

Bogi Godtfred er vertur í Vangamyndini í Degi og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858