Felagsskapur vil varðveita ríkisfelagsskapin

Felagsskapur vil varðveita ríkisfelagsskapin
Danir, grønlendingar og føroyingar stovna fólksliga rørslu at verja ríkið
Edmund Joensen er einasti føroyingur í nevndini hjá nýstovnaða felagnum, sum eitur Ríkisfelagsskapurin
 
25.08.2014 - 08:10

Fólk í Danmark, Grønlandi og Føroyum hava stovnað felagið Ríkisfelagsskapurin.

Felagið varð stovnað í Keypmannahavn og tað er, sambært teimum, sum stovnaðu felagið, ein fólkslig rørsla, sum vil varðveita og styrkja ríkisfelagsskapin, sum tey siga, til gagns og gleði fyri komandi ættarlið.  

Nauja Lynge, sum hevur tikið stig til nýggja felagsskapin og er forkvinna, sigur, at tey eru sannførd um, at Grønland, Føroyar og Danmark eisini í framtíðini eiga at samstarva og vera saman. Hesin felagsskapur, sum vit hava kent í øldir, er rætta grundarlagið undir einum nýggjum, fruktabærum og javnbjóðis samstarvi.

Felagið Ríkisfelagsskapurin skal ikki bara vera fyri tey fáu, men heldur ein fólkslig rørsla. Styrkin hjá rørsluni eru familjubond og tætta sambandið millum føroyingar, grønlendingar og danir. 

- Tí fara vit at brúka alla megi fyri at tryggja samanhaldið millum fólkini og londini, sigur Nauja Lynge.

Umframt hana eru Jairus Lyberth, Martine Lynge Lyngesen, Nikolaj Olsvig, Edmund Joensen, Michael Keldsen og Morten Larsen í nevndini hjá felagnum Ríkisfelagsskapinum. 


  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819