Hetta verður Kári P. Højgaard avhoyrdur um

Hetta verður Kári P. Højgaard avhoyrdur um
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum verður avhoyrdur um privata Skálafjarðartunnilin í morgin
 
27.08.2014 - 13:04

Í morgin klokkan eitt korter til tíggju fer Hans Gammeltoft-Hansen undir at avhoyra Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður í innlendismálum, tá danska íløgufelagið Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, skuldi byggja og eiga Eysturoyartunnilin.

Sambært arbeiðssetninginum skal kanningarstjórin, sum løgtingsformaðurin setti, kanna, um Kári P. Højgaard hevur fyrisitið málið um Eysturoyartunnilin á lógligan hátt.

Heimildir og lógarbrot

Kannast skal, um Kári P. Højgaard hevði nóg góða heimild til at samráðast og skriva undir møguligan sáttmála um at byggja, fíggja og reka ein privatan tunnil í tíðini eftir 1.august 2011, um hann hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna við ikki at kunna løgtingið um viðmerkingarnar hjá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum frá 4.juli 2013, tá uppskotið um Eysturoyartunnilin varð lagt fyri og viðgjørt í løgtinginum, og við at sýta fyri at útflýggja løgtinginum sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, og í øðrum lagi, ikki at geva løgtingslimum møguleika at síggja sáttmálan uttan fyrst at undirskriva trúnaðaravtalu, og tá hann ikki brúkti upplýsingar frá Landsverki, sum varð biðið um at svara fíggjarliga partinum, tá Kári P. Højgaard svaraði fyrispurningi í løgtinginum um privata avtalu við útlendskt felag um Eysturoyartunnil, og Hans Gammeltoft-Hansen skal eisini spyrja fyrrverandi landsstýrismannin í innlendismálum, um hann ikki fór út um sínar heimildir við at undirskriva avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda eina millión krónur í “break fee,” tí CIP fekk ikki sáttmálan um Eysturoyartunnilin.

Onga viðmerking

Kári P. Højgaard sigur í dag, at hann hevur onga viðmerking fyri avhoyringina í morgin. 

Við sær í Dómhúsið í morgin hevur Kári P. Højgaard Jógvan Páll Lassen, advokat, sum hjásita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010