Semja gjørd um hvíldartíð á Smyrli og Teistanum

Semja gjørd um hvíldartíð á Smyrli og Teistanum
Nýggja skipanin ber í sær, at Strandferðslan missir 4.500 arbeiðstímar í 2016, men biðið verður ikki um eykajáttan til hvíldartíðina
 
27.08.2014 - 13:18

Starvsmannafelagið og Strandferðslan hava gjørt semju um hvíldartíðina hjá manningunum umborð á Smyrli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, og tí kann skipanin nú setast í verk.

Starvsmannafelagið upplýsir, at avtala er gjørd fyri dekkarar, kokkar og tey, sum arbeiða við catering umborð á Smyrli.  

Kunnu setast í verk

Frammanundan hevur Standferðslan avtalur við manningarfeløgini,  og nú avtalurnar við Starvsmannafelagið eisini eru fingnar í lag, kunnu reglurnar um longur hvílutíð, sum ásettar við kunngerð frá 2012, setast í verk umborð á Smyrli. 

Hvíldartíðin verður hildin, meðan skipið siglir millum Tvøroyri og Havnina, og avtalan merkir, at fólk verða ikki drigin í løn, meðan tey hvíla. 

Umframt Smyril fáa nýggju hvíldarreglurnar eisini ávirkan á hvílutíðina hjá teimum, sum sigla við Teistanum. Og avtalur eru longu gjørdar fyri limirnar hjá Starvsmannafelagnum, ið sigla við Teistanum.  Hvíldartíðin fer úr 70 upp í 77 tímar um vikuna.

Missa 4.500 tímar

Tað hevur við sær, at Strandferðslan í 2016 missir 4.500 arbeiðstímar um árið, tá nýggju reglurnar um hvíldartíðina hjá manningunum fara at virka fult út. Men longu nú fer hvíldartíðin at ávirka arbeiðið á skipunum.

Avleiðingin av kravdu hvíldartíðini kann gerast seinkingar og minni viðlíkahald. Og tað fer eisini at kosta, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Kortini fer Strandferðslan ikki nú at biðja um meiri pening til hvíldartíðina.

Umbønin um eykajáttan til Strandferðsluna, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, fer at bera tinginum í næsta mánaði, skal brúkast at rinda annan rakstur við.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010