Ógift hava 60 milliónir krónur meira enn gift

Ógift hava 60 milliónir krónur meira enn gift
Eingin broyting í eygsjón. Fólkapensjónistar, sum búgva saman ógift, hava meira at liva av enn tey giftu.
Annika Olsen vil fegin broyta korini hjá giftum fólkapensjónistum, sigur hon. Men pengarnir eru ikki til.
 
28.08.2014 - 07:36

Tað fer at kosta landskassanum yvir 60 milliónir krónur um árið, skulu giftir fólkapensjónistar fáa líka nógv frá landinum sum fólkapensjónistar, sum ógiftir búgva saman. 

Tí stórur munur er á tí, sum gift fáa, og tí, sum tey, ið búgva saman ógift, fáa í fólkapensjón.

Munurin er 3.200 krónur um mánaðin.

Ikki broytt í bræði

Men hetta verður neyvan broytt í bræði, tí tað kostar landskassanum millum 55 og 65 milliónir um árið at geva giftum líka nógv sum ógiftum.

- Við verandi fíggjarkørmum havi eg ikki møguleika við stuttum skotbrái at gera slíka broyting, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hon hevur svarað fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni. 

Hjún hava tilsamans 16.500 kr. um mánaðin, tá samhaldsfasti er taldur við. Fólk, sum ikki eru gift, hava 19.700 kr. um mánaðin. 

Annika Olsen og Kári P. Højgaard eru samd um, at hetta er ikki rætt.  Gift eiga at fáa tað sama sum ógift.

Yvir 60 milliónir 

Men hetta verður ikki broytt nú, tí, sum landsstýriskvinnan sigur í svarinum, ein broyting í pensjónslógini, sum ger, at giftir pensjónistar fáa somu pensjón sum sambúgvandi pensjónistar, kostar landskassanum leysliga mett okkurt um 55-65 mió. kr. um árið.

- Við verandi fíggjarkørmum havi eg ikki møguleika við stuttum skotbrái at gera slíka broyting, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hon leggur afturat, at neyðugt er at taka spurningin um hjúnastøðu upp í breiðari høpi, tí eisini aðra staðni í føroysku almannalóggávuna er spurningurin viðkomandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012