Steypafinaludagur á Tórsvølli

Steypafinaludagur á Tórsvølli
Steypafinalurnar í fótbólti eru hetta vikuskiftið á Tórsvølli. Byrjað var í gjár í yngri deildunum. Stóri dagurin er í dag
 
30.08.2014 - 12:16

HB hevur vunnið fyrstu tríggjar finalurnar. U-17 finalan hjá gentum stóð í gjár millum HB og og felagsliðið EB/Streymur/Skála. HB vann eftir longda leiktíð og brotssparkkapping. U-18 finalan hjá dreingjum varð eisini spæld í gjár. Hana vann HB 4-3 á NSÍ.

Í morgum var finalan í U-14 kappingini hjá dreingjum millum HB og 07 Vestur. HB vann 4-3. Í løtuni verður finalan í kappingini U-14 hjá gentum spæld. Hana spæla B36 og B68. Eftir tað er tað finalan í kappingini U-16 hjá dreingjum. Víkingur og NSÍ eru í teirri finaluni.

Klokkan 16:15 er finalan hjá kvinnunum á skránni. Hon stendur millum KÍ og HB, og í kvøld klokkan 19:45 verður finalan um Løgmanssteypið hjá monnum spæld. Í finaluni eru Víkingur og HB.

Útvarpið fer at siga beinleiðis frá finalunum hjá kvinnum og monnum. Vit seta oman á Tórsvøll klokkan 14 í dag, haðani sent verður allan dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887