Pál Joensen heiðraður í Føroyum

Pál Joensen heiðraður í Føroyum
Pál Joensen kemur í morgin til Føroya. Hann verður heiðraður fyri bæði EM-silvurheiðursmerkini
Mynd: Rókur í Jákupsstovu  
 
02.09.2014 - 11:40

Í morgin verður móttøka fyri Páli Joensen í Havn og í Vági.

Fyrst verður móttøka í Baresso í SMS klokkan 11.00.

Síðani verður farið við Smyrli klokkan 13.00 til Suðuroyar, har Vágs kommuna skipar fyri móttøku í VB húsinum klokkan 16.30

Vitjað verður eisini í nýggja langhylinum, sum verður gjørdur í Oyrunum í Vági.

Pál Joensen vann tvey silvurheiðursmerkir í EM-kappingini í Berlin. Eitt í 1500 m. og hitt í 800 m.

Pál fer av landinum aftur hósdagin 4. september at venja fram ímóti HM á stuttgeil í Dubai í desember, og HM á langgeil í Kazan í august 2015.

 

Eisini móttøka í Keypmannahavn

Í samband við festivalin, Mítt Land á Amager fríggjadagin, verður Pál Joensen eisini heiðraður har.

Svimjisamband Føroya skrivar í tíðindaskrivi, at allir føroyingar og føroyavinir eru hjartaliga vælkomnir at koma og heiðra Páli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010