Fýra mánaðir fyri harðskap móti Sea Shepherdstuðli

Fýra mánaðir fyri harðskap móti Sea Shepherdstuðli
21 ára gamli maðurin tók við dóminum
Maðurin, sum varð fyri harðskapinum í Sandoynni, var millum teirra, sum politiið tók á sandinum heima á Sandi leygardagin
 
05.09.2014 - 12:20

Ein 21 ára gamal maður úr Skopun fekk á middegi í dag fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap móti einum stuðulsmanni hjá Sea Shepherd fyri sløkum tveimum vikum síðani.

Dómurin er treytaleysur. Harafturat er maðurin, sum játtaði seg sekan, dømdur at rinda læknarokningar hjá manninum, hann sló, slakar 4.000 kr. Hann skal eisini rinda sakarkostnaðin.

Maðurin tók við dóminum, og hann varð latin leysur eftir at hann fekk dómin.  Hann var í varðhaldi í 11 dagar.

21 ára gamli maðurin hevði ein treytaðan dóm frammanundan, eisini fyri harðskap. Tann dómurin var 60 dagar. Og hann er við í dóminum, maðurin fekk í dag.  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585