Nú skal Vørn spyrjast um loyvi at taka hummara

Nú skal Vørn spyrjast um loyvi at taka hummara
Hummarakvotan í nýggja fiskiárinum er knappliga 81 tons á átta økjum
Vørn, sum frammanundan umsitur fiskiloyvi, hevur nú eisini fingið hummaraloyvini at avgreiða
 
05.09.2014 - 07:36

Fiskimálaráðið hevur flutt fiskiloyvini til hummara á føroyskum sundum og firðum til Vørn at umsita og avgreiða.

Frammanundan umsitur Vørn onnur fiskiloyvi, sum Fiskimálaráðið hevði fyrr.  

Sambært kunngerð, sum kom í gildi 1.september, er loyvt at royna eftir hummara á átta økjum.

Felags árskvotur eru fyri hvørt økið. Kvoturnar eru tilsamans knappliga 81 tons í hesum fiskiárinum.

Bara tey, sum høvdu hummaraloyvi í farna fiskiári, sleppa at royna eftir hummara í nýbyrjaða fiskiárinum.

Bátar, sum eru størri enn 15 tons, sleppa ikki at seta hummararúsur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819