Eik-málið: Grein 19 nevndin orðað arbeiðssetning

bannari
Eik-málið: Grein 19 nevndin orðað arbeiðssetning
Kanningin hjá nevndini skal staðfesta, um samsvar var millum lógargrundarlagið og eftirlitið við Eik grunninum
Grein 19 nevndin skal eisini lýsa viðtøkurnar og lógargrundarlagið hjá Eik grunninum frá 2002, til hann gavst í 2010
 
11.09.2014 - 15:43

Grein 19 nevndin hjá løgtinginum, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, hevur nú orðað ein meira nágreiniligan arbeiðssetning enn tann, sum stóð í uppskotinum til samtyktar, ið løgtingið samtykti 28.mai.

Á fundi í dag avgjørdi nevndin, at kanningin í høvuðsheitum eigur at lýsa lógargrundarlagið undir eftirlitinum við føroyskum vinnurekandi grunnum frá 2002 til mai í ár og lýsa eftirlitið við Eik grunninum í hesum tíðarskeiði. 

Kanningin skal staðfesta, um samsvar var millum lógargrundarlagið og eftirlitið við Eik grunninum.

Grein 19 nevndin skal eisini lýsa viðtøkurnar og lógargrundarlagið hjá Eik grunninum frá 2002, til hann gavst í 2010.  Og staðfesta, um samsvar var millum viðtøkur, lógargrundarlag og virksemið hjá Eik grunninum.

Endamálið er í báðum førum at vísa á, hvat skal gerast fyri at forða endurtøkum, bæði viðvíkjandi mannagongum og avleiðingum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585