Føroyar í Special Olympics

Føroyar í Special Olympics
Átta føroysk ítróttarfólk luttaka í hesum døgum í Special Olympics í Antwerpen í Belgia
 
16.09.2014 - 12:10

Føroyar eru umboðaðar í borðtennis, frælsum ítrótti og svimjing í Special Olympics.

Leikirnir vórðu settir leygardagin, og føroysku íðkararnir skulu hesa vikuna kappast móti ítróttarfólkum úr øllum heiminum.

 

Føroysku luttakararnir:

Unn Mortensen, borðtennis

Ísakur Hansen, borðtennis

Rannvá Strøm, frælsur ítróttur

Tórður Hjalt Jacobsen, frælsur ítróttur

Meiken Olsen, frælsur ítróttur

Durita Strøm, svimjing

Eyð Patursson, svimjing

Eivindur Toftegaard, svimjing

 

Leikirnir vórðu settir í Brussel leygardagin. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø og løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, luttóku í setanini. Setanin legði dent á inklusjón.

Setanin kann síggjast her 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851