Skattaprosentið hækkar í Klaksvíkar kommunu

Skattaprosentið hækkar í Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommunu hækkar skattaprosentið hálvt prosent, so tað verður 22 prosent næsta ár. Barnafrádrátturin verður 4.500 krónur.
 
16.09.2014 - 11:14

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur við in.fo, at neyðugt er at hækka skattaprosentið, tí nýggjur skúli skal byggjast.

Verkætlanin er 100 milliónir krónur, og skúlin tekur fýra ár at byggja.

Lækkað og hækkað

Skattaprosentið í Klaksvík er bæði hækkað og lækkað seinastu árini. Í 2010 hækkaði tað hálvt prosentstig fyri at fíggja røktarheimið. Í 2012 lækkaði tað aftur eitt hálvt prosent, og í fjør lækkaði tað 0,25 prosentstig. 

Næsta ár hækkar skattaprosentið aftur, og sambært uppskotinum um fíggjarætlanin væntar meirilutin í býráðnum at fáa 161,5 milliónir kr. í skatti í 2015. 36 milliónir kr. eru settur av til íløgur, og nýggi skúlin fer við bróðurpartinum.

At reka Klaksvíkar kommunu næsta ár verður mett at kosta 110 milliónir kr., góðar tvær mlliónir meiri enn í ár, skrivar in.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584