Vænta metstóra vallutøku

Vænta metstóra vallutøku
Í Skotlandi hava nógv fólk verið og atkvøtt í dag. Væntað verður, at valluttøkan verður metstór, tí heili 97 prosent av veljarunum hava skrásett seg
Heili 97 prosent av skotunum hava skrásett seg undan fólkaatkvøðuni í dag. Tí verður roknað við metstórari vallutøku
Mynd: AP  
 
18.09.2014 - 18:20

<p>At fólk eru skrásett frammanundan er treyt fyri, at tey kunna fara á val í dag. Valhølini eru opin til klokkan tíggju í kvøld, og ikki fyrr enn tá byrjar uppteljingin í teimum 32 valdømunum, sum Skotland er býtt upp í.</p>

<p>Tá verða eisini brævatkvøðurnar taldar, sum eru slakar 800.000 í tali. Tá uppteljingin er liðug í hvørjum valdømi sær, skal valdømisleiðarin boða leiðarum fyri landsúrslitið frá, og ikki fyrr enn tað er gjørt, fer úrslitið víðari til fjølmiðlarnar.</p>

<p>Teir telja sjálvsagt upp og gera framskrivingar, men almenna landsúrslitið verður neyvan almanna-kunngjørt fyrr enn millum hálvgum sjey og hálvgum átta fríggjamorgunin.</p>

<p>Hildið verður, at landsúrslitið mest sannlíkt verður almannakunngjørt millum klokkan hálvgum sjey og hálvgum átta í morginári.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585