Skotar atkvøddu nei

Skotar atkvøddu nei
55 prosent av skotum ynskja at verða verandi í Stórabretlandi og harvið atvøddu skotar nei til loysing

19.09.2014 - 06:14

- Vegna skotsku stjórnina, viðurkenni eg, at ein meirilutin av skotum ikki ynskja loysing í løtuni, so eg heiti á øll kring landið um at viðurkenna úrslitið.

Tað segði Alex Salmond, formaður í skotska loysingarflokkinum, SNP, klokkan seks í morgun, tá hann ásannaði, at hann hevði tapt fólkaatkvøðuna.

Luttøkan hevur verið methøg. 84 prosent hava verið á valið, og hetta var nakað, hann staðfesti ferð eftir ferð í síni røðu.

- Hetta hevur verið ein sigur fyri fólkafræði, segði Alex Salmond.

Størri sjálvstýrið

Spurningurin er so, hvat nú fer at henda í Skotlandi Alex Salmond segði, at hann nú fór at miðsavna seg um at byggja land og ikki at niðurbróta tað. Tað hevði hann skrivað undir uppá.

- Men tað er greitt, at vit hava fingið nøkur lyftir um størri ávirkan og sjálvstýri, og tað fari eg at syrgja fyri verður virt. 45 prosent, sum er 1,6 milliónir skotar, ynskja loysingar. Eingin av okkum hava droymt um, at hetta var gjørligt, tá vit fór upp í politikk. Tað skal ikki vera til fánýtis, segði Alex Salmond, formaður í skotska loysingarflokkinum, SNP.

Munurin var 360.000 atkvøður.

Valdu jaliga broyting

- Skotar hava valt jaliga broyting heldur enn óneyðugan skilna. Tað var niðurstøðan hjá Alistair Darling, leiðari fyri sambandsrørsluna, BetterTogether.

Darling gjørdi eisini vart við, at fólkaatkvøðan var ein sigur fyri fólkaræðið, men hon hevði eisini sent Skotland í tvíningar.

- Vit viðurkenna, at valstríðið hevur skapt eina gjógv millum JA og NEI síðurnar, og tað er ein gjógv, ið vit nú mugu byggja brúgv yvir.

Alistair Darling gjørdi samstundis vart við, at broytingar eru ávegis, men úrslitið er eisini greitt: Skotar ynskja at verða verandi partur av Stórabretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584