Búskapargongdin fyri hóttafalli

Búskapargongdin fyri hóttafalli
Nú verður aftur ávarað ímóti búskapargongdini í heiminum, og at vandi er fyri hóttafalli
IMF-bygningurin í Washington
 
20.09.2014 - 10:37

Fyrstu ávaringarnar komu herfyri frá amerikanska tjóðbankanum um eina partabrævabløðru sum kann bresta, við teimum fylgjum sum tað hevur við sær. 

Síðani kom sama ávaring frá OECD, sum er búskaparligur stovnur fyri lond í vesturheiminum. Og nú er skriv komið frá Altjóða Valutagrunninum, IMF, sum sigur tað sama.

Síggja vandar

IMF hevur kunngjørt sína meting uppundir G-20 toppfundin sum er um vikuskiftið. Og IMF sigur seg síggja fleiri vandar í heimsbúskapinum.

Tað gongur ov seint at fáa ferð á aftur búskapin í fleiri londum. Tað hevur aftur við sær, at nógvir pengar verða nýttir, eisini pengar sum lítil trygd er fyri.

Tað kann sum frálíður hava við sær, at rentan fer at hækka, og samstundis er vandi fyri at íløguhugurin fer at minka. Hendir tað, so er vandi á ferð, sigur IMF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652