Greenland Express Air gevst at flúgva

Greenland Express Air gevst at flúgva
Viðskiftafólk hava fingið boð um at nýggja flogfelagið hevur steðgað allari flúgving
Mynd: Greenland Express Air  
 
20.09.2014 - 10:41

Tað stendur í einum boðum til viðskiftafólkini sum hava bílagt ferðaseðil ímillum Danmark, Grønland og Ísland.

Í boðunum sigur felagið, at fólk ikki missa peningin, men at hann verður goldin aftur. Men ferðaseðlarnir sum tey hava keypt, eru ikki galdandi, og kunnu ikki nýtast, stendur í boðunum.

Adressu í postboks

Grønlendska blaðið, Sermitsiaq avdúkaði herfyri, at Greenland Express Air, ikki kemur undir tær garantireglur sum eru galdandi í danska ríkinum. Tað kemur av, at felagið hevur høvuðsskrivstovu í Íslandi, og adressan er postboks hjá einum advokati.

Fer felagið á húsagang, so fáa viðskiftafólkini einki aftur, uttan so at tey hava egna trygging. Tey sum hava keypt ferðaseðil, mugu so keypa nýggjan ferðaseðil, og mugu eisini rinda fyri uppihald og annað.

Greenland Express Air hevur eitt Fokker 100-flogfar. Tað fleyg fyrsta túrin úr Ålborg tann 17. juni, og ætlanin hevur verið at flúgva ímillum Danmark, Ísland og Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585