Russisk heraðarflogfør nær USA, Kanada og Svøríki

Russisk heraðarflogfør nær USA, Kanada og Svøríki
Seks russisk hernaðarflogfør flugu mikudagin nær amerikanska og kanadiska loftrúminum út fyri Alaska
 
20.09.2014 - 10:33

Norðuramerikanska loftverjuskipanin, NORAD, váttar fyri Reuters tíðindastovuni, at tvey amerikansk krígsflogfør jagstraðu russisku hernaðarflogførini burtur úr økinum. Dagin eftir sóu kanadisk flogfør tvey russisk flogfør í kanadiskum loftrúmi.

Ein amerikanskur embætismaður segði við CNN, at Washington setur russisku hernaðarflogførini í samband við ukrainska forsetan, Petro Porosjenko, sum er á vitjan í USA og Kanada hesa vikuna.

Russisku flogførini flugu ikki inn í kanadiskt ella amerikonskt loftrúm, men tey flugu í loftrúmi, sum er amerikanskt og kanadiskt eftirlitsøki.

Eisini í svenskum loftrúmi

Eisini Svøríki hevur havt vitjan av tveimum russiskum hernaðarflogførum, sum ígjár flugu í svenskum loftrúmi, - sunnan fyri Øland. Svenska uttanríkisráðið hevur sent Russlandi eitt formelt mótmæli um hendingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584