Herða trygdina í Hvítu húsunum

Herða trygdina í Hvítu húsunum
Trygdin verður nú herd í Hvítu húsunum í Washington, eftir at ein maður við knívi slapp inn um girðingina um húsini fríggjadagin
Trygdin í Hvítu húsunum í Washington verður nú herd enn meira, eftir at tað eydnaðist einum 42 ára gomlum manni at koma inn um trygdargirðingarnar við knívi fríggjadagin
Mynd: AP

21.09.2014 - 11:01

Tað sigst vera eitt tað best eftiransaða staðið í heiminum, hvat viðvíkur trygdini - Hvítu húsini í Washington, bústaðurin hjá amerikanska forsetanum og familju hansara, har eisini nøkur av embætisfólkum hansara starvast.

Kortini eydnaðist tað fríggjadagin 42 ára gamla Omar Gonzales at koma sær inn um trygdargirðingarnar við einum knívi uppi á sær, skriva útlendskir miðlar.

Secret Service, ið hevur dagligu ábyrgdina fyri trygdini í Hvítu húsunum, segði aftaná hendingina, at maðurin var óvápnaður. Ríkisákærin sigur nú, at maðurin bar knív, og tískil eisini verður ákærdur.

Óvist hvat maðurin ætlaði

42 ára gamli Omar Gonzales er avhoyrdur um hendingina fríggjadagin. Enn er ikki greitt, hvat hann ætlaði at gera í Hvítu húsunum, vápnaður við einum knívi við níggju sentimetrar longum blaði.

Trygdarløgreglan, Secret Service, hevur longu boðað frá, at trygdin í Hvítu húsunum í Washington verður herd enn meira aftaná hendingina, ið fór fram fríggjadagin.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, og familja hansara vóru ikki í Hvítu húsunum, tá maðurin tók seg inn um trygdargirðingarnar. Talan er um álvarsamasta brotið á trygdina í Hvítu húsunum, síðan Obama tók við sum forseti í 2009.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584