Nýggjar upplýsingar komnar fram

Nýggjar upplýsingar komnar fram
Rættarmál móti einum 42 ára gomlum manni verður nú tikið upp aftur, eftir at nýggjar upplýsingar eru komnar fram

22.09.2014 - 14:46

Tað boðar Føroya Rættur frá í dag.

Talan er um ein nú 42 ára gamlan mann, sum, sambært ákæruvaldinum, í 2001 og í 6 mánaðir í 2004 og 2005 meira enn 50 ferðir skal hava misbrúkt eina gentu, tá hon var 4-5 ára gomul og aftur tá hon var 7-8 ára gomul.

Ikki samsvar

Tá maðurin, fyri viku síðani, varð avhoyrdur í rættinum, var ikki samsvar við nær hann segði seg hava verið í Føroyum, og tíðarskeiðið, sum gentan hevur greitt frá, at hon varð misnýtt.

Dómarin sigur, at málið verður tikið uppaftur, og enn er ikki greitt, um gentan skal avhoyrast aftur. Maðurin er fyrr dømdur fyri kynsligan ágang, - í 2006 og í 2011 fyri blygdanarskemd.

Ákæruvaldið kravdi mannin dømdan tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing, umframt at gentan skal fáa 35-túsund krónur í endurgjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851