Ókeypis busskoyring millum Fuglafjørð og Kambsdal

Ókeypis busskoyring millum Fuglafjørð og Kambsdal
Fyribils eru miðnámsskúlanæmingarnir ikki við í skipanini, tí tey hava busskort, og Studni rindar meginpartin av tí, sum busskortið kostar
 
22.09.2014 - 14:13

Kommunan hevur sáttmála við Strandfaraskip Landsins um busskoyringina. Frammanundan hevur kommunan rindað fyri at fáa skúlabørnini koyrd. Nú brúka øll leið 410 hjá Bygdaleiðum, og tí er serstakur skúlabussur ikki longur.

Í fíggjarætlanini hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2014 eru 650.000 kr. til busskoyring. Og tann játtanin fer at halda, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

Ikki fyri miðnámsskúlanæmingar

Fyribils eru miðnámsskúlanæmingarnir ikki við í skipanini. Tey hava busskort, og Studni rindar tað mesta av tí, sum busskortið kostar. Býráðið hevur samtykt at tosa við leiðaran á Studna um ferðastuðulin hjá miðnámsskúlanæmingunum.

Sambært Strandfaraskipum Landsins brúktu 9.000 fólk bussin millum Fuglafjørð og Kambsdal frá 1.august í fjør til 30.juni í ár, av teimum vóru 6.000 skúlanæmingar. Okkurt um 200 fólk búgva á Kambsdali.

Í góðan mánað hevur verið ókeypis hjá øllum at koyra millum Fuglafjørð og Kambsdal. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585