Floghavnin í Kastrup millum heimsins bestu
Floghavnin í Kastrup millum heimsins bestu
Kastrup floghavn er ein av trimum teimum bestu floghavnunum í heiminum, har farleiðir kunnu mennast enn meira, er niðurstøðan hjá flogvinnuni
Floghavnin í Kastrup er millum tríggjar tær bestu í heiminum, varð niðurstøðan, tá umboð fyri flogvinnuna í nátt tóku saman um floghavnirnar við bestu menningarmøguleikum
23.09.2014 - 14:27
Dámar tær væl floghavnina í Kastrup í Keypmannahavn, ert tú ikki einsamallur. Í nátt valdu flogfeløgini floghavnina í Kastrup inn á triðja plássið millum heimsins bestu floghavnir.
Tað varð niðurstøðan í nátt, tá umboð fyri flogvinnuna valdu heimsins bestu floghavnir, ið hava bestu møguleikarnar at mennast enn meira til regluliga ferðafólkaflúgving.
Handanin var í Chicago í nátt, tá World Routes - ein ráðstevna fyri floghavnir og flogfeløg - varð hildin. Í fjør varð floghavnin í Kastrup heimsins besta í bólkinum við menningarmøguleikum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585