Búðu í íbúðum fyri góðar 10.000 krónur

Búðu í íbúðum fyri góðar 10.000 krónur
Skattgjaldarin hevur rindað upp móti 3000 pr. nátt fyri hvønn luttakara, sum kommunurnar í summar sendu til Stavanger á oljumessu.
 
28.09.2014 - 16:41

Føroyingarnir, sum fýra kommunur sendu avstað á oljumessu í Stavanger í summar, búðu íbúðum, sum kostaðu nógv at leiga.

Gisting í norska Stavanger er lutfalsliga dýr - serliga tá oljumessa verður hildin, og nógvir útlendingar vitja.

Fekk íbúð fyri seg sjálvan

Til dømis bíløgdu umboðini hjá Tvøroyrar Kommunu – varaborgarstjórin Bjarni Hammer, havnarmeistarin Jón Bogi Guttesen og konsulenturin Johan Mortensen – tvær íbúðir. Onnur kostaði 10.500 krónur, meðan hin kostaði 16.000 krónur. Tað svarar til góðar 8.800 krónur fyri hvønn luttakara – ella 2.200 krónur fyri hvørja nátt. Til samanberingar kann nevnast at eitt kamar á Hotel Føroyum kostar 1500 krónur – 700 krónur bíligari.

Hvør av teimum trimum slapp at fáa eina heila íbúð fyri seg sjálvan, framgongur ikki á kvittanini.

Borgarstjórin búði í kamari

Eisini tey trý umboðini fyri Runavíkar Kommunu búðu á Myhrgaarden.

Men í mun til starvsfelagarnar á Tvøroyri, sum deildust um ein íbúð, so fingu havnarfútin Torbjørn Jacobsen og formaðurin í vinnu- og havnanevndini, Arnfinn Langgaard, hvør sína íbúð.

Borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen noyddist sambært kvittanini, at taka til takkar við einum kamari; men  prísurin er tann sami – góðar 10.500 krónur í part – tað svarar til 2600 krónur fyri náttina fyri hvønn.

2900 kr. pr. vágbing pr. nátt

Júst hvar ið tey trý umboðini hjá Vágs Kommunu búðu, er ikki vist. Kringvarpið hevur biðið um kvittanirnar, men hevur einans fingið samlaðu upphæddina fyri gisting. Og eftir henni at døma hava vábingarnir ikki búð verri enn starvsfelagarnir úr Runavík og Tvøroyri.

Skattgjaldarin í Vági skal rinda næstan 35.000 krónur fyri gisting til Dennis Holm, borgarstjóra, Hans Jacob Bech, havnameistara og Boga Mortensen, vinnusamskipara. Tað svarar til góðar 11.600 krónur fyri hvønn í fýra nætur – ella 2900 krónur fyri náttina fyri hvønn. Til samanberingar svarar tað næstan til brúðarsuituna á Hotel Føroyum, ið kostar 3000 krónur pr. nátt.

Tórshavnar Kommuna gisti fyri 163.000 kr.

Eisini Tórshavnar Kommuna sendi fólk avstað at luttaka á oljumessuni.  Nøkur teirra hava leigað íbúðir, meðan onnur hava gist í húsum í Stavanger. Vit vita ikki, hvussu nógv fólk, ið Tórshavnar Kommuna sendi avstað fyri skattgjaldarans pengar, men okkurt bendir á, at tey í øllum førum eru fleiri enn trý.

Í øllum førum rindaði kommunan 163.000 krónur.

Sí eisini: Fýra dagar á oljumessu kostaðu slaka millión

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585