Fleiri kvinnur enn menn arbeiðsleysar

Fleiri kvinnur enn menn arbeiðsleysar
Í august vóru 611 kvinnur arbeiðsleysar, meðan 158 menn vóru arbeiðsleysir í august
 
30.09.2014 - 15:11

Árstíðarjavnaða arbeiðsloysið var í august 1.043 fólk, - tað svarar til 3,8%. Síðani mars hevur arbeiðsloysið ligið javnt millum 3,8 og 4,0%.

Arbeiðsloysið er hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Í august vóru 611 kvinnur arbeiðsleysar, tað svarar til 4,9%, meðan 158 menn vóru arbeiðsleysir í august, - tað svarar til 2,9%.

Við øðrum orðum, vóru 158 fleiri kvinnur enn menn arbeiðsleysar í august, og munurin er vaksin nakað síðan á nýggjárinum, skrivar Hagstovan. Arbeiðsloysið, býtt út á sýslur, vísur, at lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar sýslu við 8,6%. Í Suðuroy var tað 4,7%. Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoyar sýslu við 2,6%.

Arbeiðsloysið býtt eftir aldursbólkum vísur, at tað var størst í aldursbólkinum 25-34 ár og minst í aldursbólkinum 16-24 ár, skrivar Hagstovan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691