Pávin vil viðurkenna samkynd

Pávin vil viðurkenna samkynd
Leiðslan í Vatikaninum hevur orðað eitt skriv, sum heitir á katólsku kirkjuna um at viðurkenna samkynd, New York Times
Frans pávi
Mynd: Savnsmynd  
 
14.10.2014 - 13:32


Tað er hálvtannað ár síðani, at Frans pávi tók við embætinum. Síðani hevur hann virkað fyri fleiri broytingum á fleiri økjum, sum hava elvt til kjak. 

Eitt nú hevur hann ikki somu avgjørdu støðu til sølibat, altso tað at liva kynsliga fráhaldandi, sum undanfarnir pávar. 

Nú er tað so spurningurin um samkynd, sum verður viðgjørdur í Vatikaninum. Umframt at heita katólsku kirkjuna, um at endurskoða hugburðin mótvegis samkyndum, heita leiðararnir í skrivinum á Vatikanið, um at hyggja nærri at ógiftum og fráskildum pørum, soleiðis at teirra viðurskifti eisini verða viðurkend.

Verður áheitanin frá leiðarunum tikin til eftirtektar í Vatikaninum, er kortini ikki talan um nakra uppgerð við katólsku læruna. 

Tað hevði verið at roknað sum ein súmbolsk ger, sum tó hevði staðfest, at tað eisini eru jalig viðurskifti við skrásettum parløgum og tað at liva saman ógift.

Hetta verður mett sum ein stór broyting - og ein sigur hjá Frans páva. Síðani hann tók við embætinum sum pávi, hevur hann fleiri ferðir givið til kennar, at hann heldur, at líkarættur og javnstøða millum øll menniskju, er grundleggjandi í kristnu trúnni.

Í Vatikaninum hevur tað annars verið almennur politikkur, at bæði samkynd og ógift pør liva í synd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851