Fongsulsklivi klárur til Oscar Pistorius

Fongsulsklivi klárur til Oscar Pistorius
Fongsulsverkið í Suður Afrika hevur staðiliga avsannað tíðindini, at tey hava gjørt fongsulskliva kláran til Pistorius, um hann verður dømdur sekur
Oscar Pistorius og Reeva Steenkamp
Mynd: The Guardian  
 
20.10.2014 - 10:10

Ein talsmaður fyri Suðurafrikansku forsorgarhjálpini, Mthunzi Mhaga, sigur at ein klivi er gjørdur klárur til suðurafrikanska rennaran, Oscar Pistorius, í næsttryggasta suðurafrikanska fongslinum, Kagosi Mampuru fongslinum.

Eitt talsfólk frá fongslinum, avvísti hesar ákærur alt fyri eitt. "Tað vildi verið ábyrgdarleyst og óreint, at gjørt fongsulsklivar klárar til fólk, sum enn ikki eru dømd," sigur talsfólki hjá fongslinum.

12. september varð Pistorius funnin sekur í óviljaðum manndrápi, eftir at hann skeyt og drap unnustu sína í februar í fjør. Ákæruvaldið krevur í minsta lagi 10 ára fongsulsrevsing

Dómur fellur í málinum í morgin, týsdagin 21. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585