Miðalløn omanfyri eina miljón í Statoil

Miðalløn omanfyri eina miljón í Statoil
Lønarútreiðslurnar vóru tilsamans 23, 5 milliardir kr. í fjør til góð 23000 starvsfólk hjá oljufelagnum Statoil
Starvsfólk hjá Statoil meðalløn uppá eina miljón kr
Mynd: Savnsmynd  
 
20.10.2014 - 09:30

Miðallønin hjá teimum sum arbeiða fyri norska oljufelagið, Statoil, var eina góða miljón kr., skrivar blaðið Norsk Næringsliv.

Lønarútreiðslurnar vóru tilsamans 23,5 milliardir kr. í fjør, og tá góð 23.000 fólk starvast hjá Statoil, so gevur tað eina miðalløn uppá eina góða millión kr.

Kunningarstjórin í Statoil, Jannik Lindbæk, sigur, at orsøkin til høgu lønirnar er, at Statoil í 2012 seldi allar oljustøðirnar, og tí eru bert fá láglønt starvsfólk eftir hjá felagnum.
Samstundis er talið av fólkum sum starvast í øðrum londum, økt, og tí eru lønarútreiðslurnar hækkaðar.
Álitismaðurin hjá teimum sum starvast á oljupallunum í Norðsjónum, Bjørn Asle Teige, sigur, at øktu lønarútreiðslurnar fara til stjórar og verkfrøðingar á landi.
Hann vísir á, at bert 5.000 av teimum 20.000 sum starvast fyri Statoil í Noreg, eru á boripallum, og tey tjena í mesta lagi 650.000 kr. um árið.
- Við yvirtíð fáa tey í mesta lagi 7-800.000 kr. um árið, og tað er minni enn miðallønin í felagnum, sigur álitismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652