Stillar ikki uppaftur til løgtingið

Stillar ikki uppaftur til løgtingið
Jógvan Skorheim tekur býráðsarbeiðið fram um løgtingið
 
20.10.2014 - 20:04

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og 1. varamaður fyri Sjálvstyrisflokkin í løgtinginum, stillar ikki upp til næsta løgtingsval.

Tað fer hann at boða flokkinum frá á landsfundinum, sum er í Runavík í kvøld. 

Jógvan Skorheim hevur avgjørt at raðfesta býráðsarbeiðið fram um løgtingið.

Jógvan Skorheim sigur við Dag og Viku, at samgongan í býráðnum arbeiðir væl saman, og fleiri spennandi verkætlanir eru á skránni í kommununi. Tí hevur hann avgjørt ikki at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi um eitt ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851